Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað er ein beinleiðis avleiðing av, at kanningin fyri korona á landamarkinum herfyri varð avtikin, at vit nú síggja talið á smittutilburðum veksa við risaferð. 

Tað heldur Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni, sum herfyri av Granskingarráðnum varð heiðraður við ársins miðlaheiðursløn fyri sítt upplýsingararbeiði um korona.

- Lat okkum gera hetta orduliga einfalt. Vit vilja gjarna hava so fá tiltøk ímóti korona, uttan at missa tamarhaldi á korona. Tí skulu vit gradvíst avtaka tiltøk ímóti korona - vit byrja við teimum sum skerja okkara frælsi mest og tey sum kosta okkum mest. Og tað er her landsstýrið og farsóttarnevndin er farin skeiv. Tey hava avtikið testina við greinsuna, tí okkurt skuldu tey gera. Men samstundis vilja tey ikki at avtaka sóttarhald, tí so kemur tað ógvuliga skjótt trýst á okkara sjúkrahúsverk, sigur hann millum annað í eini dagføring á sosialu miðlunum.

Hann sær fyri sær, at talið fer at halda fram at vaksa sum vit nærkast vetrinum, og tí er í veruleikanum púra greitt, hvat vit skulu gera.

- Innfør test á greinsuni aftur. Broyt test háttin, antin til kvik test, spýtt test ella okkurt annað, sum er fíggjarliga meira burðardygt.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo