Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

NÁM: Í dag var hátíðardámur í Námi og Próvstovuni, tí Ása Hansen og Gunnvør H. D. Poulsen, sum báðar eru próvtøkufyrisitarar, hava starvast á sama øki í meir enn 40 ár.

Fyri hesa trúgvu tænastu fingu Ása og Gunnvør heiðursmerki frá Kongshúsinum.

Ása hevur við ídni og trúfesti arbeitt á Próvstovuni, har uppgávurnar eru nógvar, serliga tá próvtøkutíðin nærkast. Í samfull 40 ár hevur Ása verið trygdin fyri at hetta hevur gingið væl í hond. Ása hevur seinastu árini verið við til at samskipað føroysku PISA kanningarnar og hevur medvirkað í at tryggjað, at føroyskar próvtøkur altíð eru tíðarbærar og á norðurlendskum støði.

Gunvør hevur við ídni og trúfesti arbeitt á Próvstovuni, har uppgávurnar eru mangar og ymiskar, serliga tá próvtøkutíðin nærkast. Í samfull 42 ár hevur Gunvør verið trygdin fyri at hetta altíð hevur eydnast. Á Próvstovuni hevur Gunvør serliga verið knýtt at maritimu útbúgvingunum.

Eyðun Gaard, stjóri, í Námi og Próvstovuni handaði Ásu Hansen og Gunvør H. D. Poulsen heiðursmerki, fortjenstmedalje, fyri trúgva tænastu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo