Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: Bókin er ein risa opinbering og eigur at liggja á hvørjum náttborði.

Seinasta bókin hjá Anette Prehn – Hjernesmart pedagogik - sigst vera ein risa opinbering, sum eigur at liggja á hvørjum náttborði.

Luttakarar seinast siga:

"Eg helt skeiðið verða sera áhugavert. Ótrúliga góð at lurta eftir og so skuldu vit sjálvi verða í sving gjøgnum allan dagin.
Tað ger eisini at man er "vakin/aktivur" gjøgnum allan dagin."

"Helt tað var deiligt at tað var so realistiskt og niðri á jørðini. Serliga tað at hon legði dent á at tað ikki er nakar mirakulkurur og nú duga vit alt, men at tað er nakað man skal arbeiða við sjálvur og trena og spakuliga føra út í praksis. Tað ger at tað heila er nemmari at brúka í arbeiðinum framyvir."

 "Nógv góð dømir. Og málið var ikki so háfloygt, ella gott gerandismál."

Í hesum árum er heilagranskingin í øgiligari menning.
Anette Prehn dugir serliga væl at byggja brúgv millum heilagransking og veruleika og at miðla hetta, so øll kunnu vera við. Hon hevur einki ímóti at tríva í ein sang, tá truplir samanhangir skulu forklárast á einfaldan hátt – og hon finnur upp á amboð og metaforar, sum eru løtt at skilja, minnast og nýta í verki.

Hendan dagin fáa luttakararnir– á spælandi, nærverandi og skemtiligan hátt – møguleika at leggja afturat og menna pedagogiska kunnleika og royndir teirra, tá Anette Prehn greiðir frá logikkunum í heilanum. Tú fært nógv ítøkilig amboð og hugskot heim við, sum kunnu geva íblástur til nýggjar vegir í samspælinum við børnum – serliga í teimum truplu støðunum.

Freistin at tekna seg er 8. mai

Tryggja tær pláss á www.synergi.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo