Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nærum 30 milliónir rindaði landið í fjør privatum fyritøkum fyri at gera covid19 kanningar. Kanningar, sum Heilsuverkið sjálvt kann gera, men sum leiðslan í Heilsuverkinum hevur privatiserað.

Sostatt verða allir føroyingar tvingaðir at lata frá sær viðkvæmar persóns- og heilsuupplýsingar til privatar fyritøkur.

Sjálv haldi eg, at vit skulu hava eitt alment heilsuverk, og tí skulu føroyingar hava møguleikan at velja, um vit vilja lata okkum kanna hjá privatum ella almennum fyri koronu.

Um ein líkandi støða, sum korona, tekur seg uppaftur, hevur Heilsuverkið mist førleikarnir at vera tilbúgving, tí tey hava privatiserað økið. Sostatt er Heilsuverkið verri fyri at vera partur av tilbúgvingini.

Sjálvandi skuldu hesar 30 milliónirnar verið latnar Heilsuverkinum og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Heilsan hjá føroyingum skal ikki vera ein handilsvøra.

Beinta Løwe,
t
ingkvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo