Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vegna limir okkara ynskja vit samgonguni til lukku við valinum og blíðan byrð í politiska arbeinum.

Vit vóna at tað sum var ført fram í valstríðnum eisini fer at síggjast aftur í gerandisdegnum hjá fólki við seinheilaskaða og teirra avvarðandi. Her eru nógv átrokandi mál, ið mugu viðgerast og fáast í rætt lag alt fyri eitt.

Vit fegnast um at landsstýriskvinnan í almannamálum fleiri ferðir hevur nevnt, at henna fremsta raðfesting er at fáa Vælferðarlógina samtykta. Vælferðarlógin hevur sera stóran týdning fyri allar okkara limir og serliga fyri tey, ið eru rakt av seinheilaskaða.

Fyribyrging av slagtilburði, hjartatilburði og óneyðugum sálarligum trýsti liggur í at skipa góðan stuðul til tær familjur ið liva við seinheilaskaða.

Nevndin í Heilafelagnum fer at bjóða landsstýrisfólkunum í Almanna- og Heilsumálum á fund at umrøða stóru avbjóðongarnar ið eru fyri fólk við seinheilaskaða og teirra avvarðandi og at geiða frá arbeiðnum við at greina og finna loysnir á eitt nú viðgerðarmøguleikum fyri fólk afasi.

Vegna nevndina í Heilafelagnum
Maud Wang Hansen
Forkvinna
Nólsoy 11. Oktobur 2019


Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo