Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Minnist væl kensluna eg hevði aftaná at hava sæð portrettið, sum filmsleikstjórin kallaði sendingina. Eg var hugtung, og hevði eina ófjálga kenslu í búkinum.

Sat eftir við tankanum, at Torbjørn Olsen var eitt einsamalt menniskja við livrasjúku og álvarsligum rúsdrekkatrupulleikum. Listamaðurin og listin vóru í dokumentarinum við sum eitt undirskipað evni, meðan rúsdrekka og og tað dapra í lívinum vóru í fokus. Litir, tónleikur og ljóð borið saman við áhersluna á hansara ferðir í køliskápið eftir gulløl góvu mær hugasamband til skorpulivur, neyð og elendigheit.

Eisini túrurin út á Landssjúkrahúsið var for nógv. Hví ikki vísa okkurt jaligt í staðin fyri? Um meiningin við twistinum at leggja kameraið inn í køliskápið, ikki bara eina ferð men tvær ferðir, var at geva fólki ilt í búkin, so riggaði tað í øllum førum við mær.

Í dag ditti eg mær at siga, at hasin dokumentarurin var misvísandi og óetiskur, tí hann bara vísti ein pinkulítlan brøkpart av einum menniskjalívi við alt ov nógvari áherslu á tað dapra. Hóast gulløl eisini er ein partur av lívinum hjá Torbjørn, fylla rúsdrekka og myrkur langt frá alt. Klippið av Torbjørn sum skolar tablettir niður við gulløl, er langt frá tí sum eg seinastu næstan 4 mánaðirnar havi sæð. Hattar havi eg so ongantíð sæð. Torbjørn er fjølbroyttur, bæði sum persónur og sum listamaður, tað at drekka øl er EIN partur av honum. Tað kundi mann haft lagt meira áherslu á, og niðurtónað tað myrka, sum vit øll hava í okkum so ella so.

Tankin, at ein linja var løgd, longu áðrenn arbeiðið við dokumentarinum byrjaði, er mær ikki heilt fjarur.

Í august mánaða í ár kendi eg ikki Torbjørn Olsen, hevði ongantíð tosað við hann. Í dag góðar 4 mánaðar seinni hava maður mín og eg verið saman við Torbjørn í einar 80 tímar. Gott 60 tímar hevur tað tikið Torbjørn at mála okkum bæði, og í arbeiðnum við vælraktum strokum fanga okkara persónligheitir, høvuðburð, yvirbrá – alt. Tað hevur ivaleyst okkurt at gera við, at Torbjørn megnar at fara heilt inn í sinnið afturum tað tilvildarliga grunna, og liva seg inn í persónarnar, hann málar.

Teir 20 tímarnar afturat teimum 60 tímunum tað tók honum at mála okkum, hava vit lært Torbjørnsa sosialu síðu at kenna. Hesar løturnar hava vit prátað, drukkið kaffi, flent; onkuntíð hevur Torbjørn drukkið eina øl. Men størsta partin av tíðini hevur Torbjørn tosað, greitt frá og haft tað stuttligt saman við okkum.

Eg eri hvørki listfrøðingur ella filmsleikstjóri. Tað er einki annað enn mín rættvísiskensla sum er uppá spæl. Tað er ikki í lagi, at hasin dokumentarurin skal standa sum ein varði eftir Torbjørn.

Torbjørn er fyrst og fremst ein listamaður av Guds náði. Tað hoyri eg lærd sum ólærd siga, og tað síggi eg. Síðani er hann alt annað enn dokumentarurin frá 2015 lat meg sita eftir við. Hann hevur eitt virkið lív. Málar bæði í Føroyum og í Danmark. Hann eigur bát og neyst, eigur hús í Havn við málarastovu, hevur summarhús á bygd við málarastovu.

Hann er klókur, hevur eina stóra vitan um lívið, samfelagið, um onnur menniskju. Hann er fullur í humor uppá sín serliga avdempaða máta. Og Torbjørn er eitt sera rúmandi og ódømandi menniskja, sum hevur orku og hug at hjálpa øðrum. Hví ikki vísa hesar síðurnar av Torbjørn?

Í 2015, nakrar mánaðar áðrenn dokumentarurin var liðugur, fekk Torbjørn Olsen Mentanarvirðisløn Landsins fyri útint listarligt avrik á høgum støði. Hettar fortaldi Torbjørn okkum, men hettar minnist eg slet ikki. Dokumentarin minnist eg hin vegin næstan úr enda í annan.

Júst sum tíðindafólk meira ella minni sum teimum hóvar kunnu lita meiningar hjá fólki, hava filmsleikstjórar makt til at velja pettir úr einum menniskjalívi, sum bara eru ein lítil partur av stóru heildini, og gera tað til veruleikan. Nú havi eg hugt eftir ”Hann rópar á meg” eina ferð afturat. Eg skilji ikki meiningina.

Næstan 4 mánaðir saman við Torbjørn hava givið mær innlit í eina verð við litríkum málningum og eina serliga avdempaða lívsgleði, sum má hava nakað við listaheimin at gera. Hon er serlig og erlig hendan lívsgleðin, og hon er lívsjáttandi. Eg lærdi ikki listamannin Torbjørn at kenna við at hyggja eftir dokumentarinum. Við at hyggja eftir dokumentarinum, fekk eg nakrar fordómar um listamannin og menniskja Torbjørn, sum í dag allar eru gjørdar til skammar.

Torbjørn havi eg lært at kenna við at tosa við hann og vera saman við honum. Nógvar áhugaverdar samrøður eru førdar á loftinum hjá Tórshavnar skipasmiðju um alt frá føroyskari søgu til heimskendar listamálarar. Torbjørn, túsund takk fyri listaverkið, fyri tann tú ert, fyri tað tú skapar, og fyri at eg slapp at læra teg at kenna, og gleðilig jól.

Hoyvík 20-12-2020, Súnfríð Lambaa Ihlen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo