Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað kemst ikki uttanum, at vit í Fólkaflokkinum føla okkum at hava havt eina vánaliga vetrarhálvu.

Alt byrjaði so væl aftaná seinasta løgtingsval, men nú hava sjógvarnir brotið.

Jørgen, hesaferð var tað tú.

Tað kundi eins væl verið eg, tað kundi eisini verið fleiri túsund aðrir føroyingar.

Longri er tann søgan ikki.

Flokkurin hevur við tær, Jørgen, mist ein sera dugnaligan og arbeiðssaman landstýrismann í fíggjarmálum.

Tað, at vera landsstýrismaður í einum so krevjandi sessi sum fíggjarmál eru, er ikki bara, bara.

Umframt hetta, so hevur tú eisini verið okkara floksformaður líka síðani Anfinnsa dagar.

Tað skal finnast ein góður maður at setast í Jørgensa tóma stól.

Ivaleyst eru nógvir tankar ígongd bæði hjá okkum meinigu fólkafloksmonnum og ikki minst hjá tíðindafólki.

Álvaratos, mítt besta boð er Bjarni Djurholm. Hann hevur drúgvar royndir sum politikari. Hann hevur verið landstýrismaður fyrr, hevur umsitið bæði vinnu- og fíggjarmál og verið varaløgmaður.

Komandi mánadagur kann geva okkum eina nýggja byrjan.

Gævi at mítt uppskot verður gingið okkum, sum eru góð við Fólkaflokkin, á møti.

Fólkaflokkurin má fóta sær aftur.

Tað varð gjørt eitt stórt mistak undan jólum.

Øll vistu at trekkið, sum táverandi landsstýrisfólk gjørdu var púra burturvið.

Vit kunnu ikki siga, hvussu grannin ynskir at skipa síni viðurskifti . . . . heldur ikki hvussu tey samkyndu skipa seg.

Tað er rætt og rímiligt at Jørgen, aftan á so nógv ár sum leiðari floksins, takkar fyri seg.

Bert harmuligt at tað skuldi enda soleiðis.

Um fáar vikur verður landsfundur floksins, og í mínum høvdi er tann nýggi formaðurin sjálvskrivaður.

Silvitnislogn eftir ódnarstorm fylgir.

Tað er so vist, sum tað er sagt. Ransakan og nýhugsan eru neyðug.

Nú hyggja vit frameftir.

Vinaligast við bestu fólkaflokskvøðu,

Kjartan Joensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo