Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Heilsu- og umsorganartænastan heitir á heilsustarvsfólk um at bjóða seg fram at vera tøk og at hjálpa á eldraøkinum í Tórshavnar kommunu. Tú kanst hjálpa á eldrabústovnum og í heimarøktini. Ert tú ikki heilsustarvsfólk, frættir H&U eisini fegin frá tær.

Eldraøkið er eitt av teimum økjunum, sum kann verða kroyst, nú korona av álvara aftur ger um seg í Føroyum. Ein tilbúgving verður tí aftur skipað til røkt á eldraøkinum, sum kann lætta um hjá verandi starvsfólkum, um tørvur verður á tí.

Vit heita á øll, sum kenna seg før fyri tí, at skráseta seg í sjálvgreiðsluni, soleiðis at Heilsutænastan kann heita á teg, um tørvur verður á tí.

Tey sum skráseta seg í tilbúgvingina og verða innkallað til arbeiðis, vera lønt eftir galdandi sáttmálum á økinum.

Minst til at fylla út allar teigar og trýst á send. So fært tú eitt sjálvvirkandi svar sum teldupost. Fær tú ikki tað, vantar tú at fylla út onkran teig. Hevur tú onki at skriva í onkran teig, set so eitt punktum í.

Eru spurningar, kanst tú seta teg í samband við Ingun Eidesgaard, eindarleiðara, t- post ingune@torshavn.fo ella ring tlf. 224115 ella 508950.

Tú kanst skráseta teg HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo