Tann av tykkum, sum er uttan synd, hann kasti fyrsta steinin...
- Jesus úr Nasareth

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heilsufrøðiliga starvsstovan framdi frá mai til desember í fjør tilsamans 24 eftirlit á matvørueindum, sum tókust við innfrysing og/ella frostgoymslu av fiskavørum. Samanumtikið staðfesti eftirlitsátakið, at føroysku virkini og skipini, sum vórðu kannað, styrdu temperaturi við innfyrsting, á frostgoymslu og undir avskiping, sum fyriskrivað í matvørureglunum.

Tað stendur at lesa í frágreiðingini frá átakinum.

Men nøkur frávik vórðu staðfest, og tey snúðu seg fyri tað mesta um mannagongdir og skráseting í innaneftirlitinum.

Í fýra førum var áminning givin og í fýra førum var neyðugt at geva boð um at halda reglurnar sum eru fyriskrivaðar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo