Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, greiddi í vikuni frá, at Heilsumálaráðið arbeiðir við einari verkætlan, har sjúkrahúsverkið kann gerast eitt universitetssjúkrahús.

Vit skulu hava eina granskingareind í føroyska sjúkrahúsverkinum, og síðani skal sjúkrahúsverkið skipast sum eitt univerisitetssjúkrahús - í hesum sambandi er lagt fram eitt tilmæli um hesa ætlan. 

Spennandi at síggja, hvat innihaldið meira ítøkiliga verður í hesari verkætlan, t.d. uppgávur, visjón, mál, strategi, samstarv, granskingartilfeingi, kostnaður, fígging og handlingsætlan.

Henda politiska ætlan ljóðar gott í oyrunum hjá nógvum - tí gransking er nakað vit sum samfelag mugu raðfesta, skulu vit klára okkum í kappingini við grannalondini.

Hinvegin skulu vit allýsa og raðfesta tey øki, sum vit skulu granska í - landið er lítið, fáir heilar og fíggjarliga orkan avmarkað í mun til stór lond, sum nærmast hava óavmarkað tilfeingi til eitt nú grundgransking.

Spurningurin er eisini, hvørja nationala innovatiónsskipan vit skulu hava í Føroyum, t.d. innan hvørji øki vit skulu granska og menna, umframt samstarv millum almennar stovnar og vinnuligar fyritøkur.

Fyri at kunna realisera ella seta í verk slíkar verkætlanir, sum fevna um nýtt virksemi, krevst sjálvandi eyka tilfeingi. Tað ber ikki til at taka pening frá verandi virksemi ella rakstri til sjúkraviðgerð, heilivág, íløgur í tól o.a.

Marnar Fríðheim Kristiansen, formaður í felagnum Yngri Læknar Føroyar, vísur eisini á, at neyðugt verður við hægri játtan.

Novo Nordisk hevur víst áhuga at gerast partur av fíggingini av hesari verkætlan.

Fyrr í ár samtykti Løgtingið, Horizon Europe, har Føroyar eru partur, og har 10-tals milliardir eru tøkar at søkja til verkætlanir hjá heilsuverkunum í teimum ymsu londunum.

Hetta, saman við góðari langtíðarplanlegging, kann vera við til at seta hol á at byggja upp eina granskingareind í føroyska sjúkrahúsverkinum, og síðan verður sjúkrahúsverkið skipað sum eitt universitetssjúkrahús.

Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo