Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, skrivar í grein í dag, at útbúgvingarleisturin eigur at verða broyttur frá verandi skipan, har heilsuhjálparanæmingar fáa studning, til eina skipan við løn undir útbúgving.

Sum borgarstjóri í landsins støstu kommunu taki eg fult undir við hesum sjónarmiði. Støðan í Tórshavnar kommunu er alt annað enn nøktandi. Av okkara 208 heilsuhjálparunum er tað bert helmingurin, ið hevur fakliga bakgrund. Samstundis er meðalaldurin høgur.

Sum skilst er tað hvørki tað geografiska ella útbúgvingarliga, sum er stóri trupulleikin, men meira fíggjarligi parturin, so er tað í tøkum tíma, at vit broyta skipanina eins og grannalondini - frá studningi til løn undir útbúgving. So kunnu vit heldur knýta fólk at ávísum stovnum í ávísa tíð eftir avtalu.

Her má okkurt henda beinanvegin. Tórshavnar kommuna hevur játtað tríggjar miljónir eyka til meirnormeringar í ár, men tað hjálpir lítið, um tilgongdin av starvsfólki steðgar upp.

Mary Antonsdóttir skrivar, at tá tey høvdu fund við politisku umboðini í samband við løgtingsvalið í summar, tá vóru øll samd um, at nakað má gerast, og tí undrar tað tey, at ongin av hesum røddum eru at hoyra, nú valið er av.

Eg kann upplýsa, at eg beint fyri jól hevði ein sera góðan fund við Jenis av Rana, landsstýrismann. Eg havi stórar vónir um, at okkurt hendir rættiliga skjótt. Og eg eri púra samd við felagið um, at vit eiga at kanna, um til ber at umleggja alla skipanina frá studningi og til at landið og kommunurnar fíggja eina skipan við løn undir útbúgving ístaðin.

Annika Olsen, borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo