Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Øll starvsfólk á føroyskum ellis- og røktarheimum áttu at fingið eina viðbót, tað heldur Heilsuhjálparafelagið, nú korona herjar aftur, ikki minst á fleiri ellis- og røktarheimum.

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum sigur, at summastaðni eru arbeiðsgevararnir nú farnir at geva starvsfólkunum eina eykaløn, ein vandaviðbót. Hon veit, at onkra staðni er hendan vandaviðbótin ein eykaløn upp á 500 krónur um dagin.

Forkvinnan sigur, at hetta hava arbeiðsgevararnir gjørt av sínum eintingum, tí tað er ikki nakað krav eftir sáttmálanum. Men nú heitir hon inniliga á allar arbeiðsgevarar á hesum øki, bæði Almannaverkið og kommunurnar, um at gera tað sama.

Hon vísir á, at á teimum heimum, sum eru rakt av koronu, hevur starvsfólkið eina heilt serliga avbjóðing, tí fyri at forða fyri, at fleiri verða smittað, arbeiða tey í verndarútgerð av øllum handa slagi.

- Tað er tungt og tvørligt, men tey seta eisini seg sjálvi í vanda fyri at verða smittað við koronu. Hetta er ikki nakað, vit hava krav upp á, men tað er ein innilig áheitan frá Heilsuhálparafelagnum um at øll starvsfólk á hesum økjum fáa eina vandaviðbót, sigur Mary Antonsdóttir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo