Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Heilsurøktarafelagið heiðraði í vikuni 15 heilsurøktarar og sjúkrahjálparar í Suðuroy, sum hava havt starvsdag.

Mikudagin var hátíðardagur á Hamragarði í Vági.

Heilsurøktarafelagið heiðraði 15 heilsurøktarar og sjúkrahjálparar, sum starvast á Suðuroyar sjúkrahúsi og í Bú- og heimatænastuni í Suðuroy. Hesi vórðu heiðrað fyri at hava verið í sama starvi í somikið sum 25 til 40 ár.

- Vit vildu á hendan hátt viðurkenna hesi fakfólkini og hátíðarhalda tey við eini hugnaløtu á Hamragarði, nú tey hava havt starvsdag. Hjartaliga til lukku, tit øll! sigur Heilsurøktarafelagið.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo