Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í fleiri umførum hevur Bergun Kass seinastu árini lagt eftir Heilsuskúla Føroya tí skúlin er í Suðuroynni – og nú er Bergun á enn einari herferð.

Í viðmerkingum seinastu dagarnar hevur Bergun Kass aftur víst á, at tað er ein katastrofa at Heilsuskúli Føroya liggur í Suðuroynni.

– Bergun heldur hetta forðar fyri at fólk fara undir útbúgving á Heilsuskúla Føroya, og sigur eisini í viðmeriking, at fólk eins væl kunnu fara til Danmarkar á heilsuhjálpara ella heilsurøktara útbúgving, sum at fara til Suðuroyar at nema sær útbúgving.

Flestum kunnugt, so hava føroyingar í túsundtali í áratíggju leitað um firðir og sund og ikki minst út í heim at nema sær útbúgving.

Hesi hava í flestu førum verið burturi heimanífrá í 4-7 ár – og í flestu førum á útbúgvingarstovnum uttanlands. 

Men við uppraðfesting av útbúgvingartilboðum í Føroyum seinastu árini eru alsamt fleiri útbúgvingartilboð komin í Føroyum.

Flestu útbúgvingarnar eru staðsettar í Havn, nakrar eru tó í Klaksvík, og nakrar í Suðuroynni, og so ber eisini til at taka miðnámsútbúgving í Vestmanna og í Kambsdali.

Økta talið av útbúgvingartilboðum í Føroyum er fyri okkum øll og fyri Føroyar eitt veldugt framstig.

Nú hevur ein partur av teimum, sum fyrr máttu av landinum í útbúgvingarørindum, møguleika at taka útbúgvingina her í Føroyum – og hava stutta farleið heim, hvar enn tú býr í landinum !

Heilsuskúli Føroya var stovnaður í 2000 og staðsettur í Suðuroynni. Heilsuskúlin er ein vælvirkandi skúli, sum hevur eitt gott skúlatilboð.

Flestu næmingarnar, sum koma til Suðuroyar á Heilsuskúla, fara heimaftur við góðari útbúgving og ríkum upplivingum. 

Onki óvanligt er í at flyta seg eftir útbúgving og taka við tær útreiðslurnar, tað kostar at flyta seg eftir útbúgvingini – hetta er jú ein íløga í egna framtíð, starvsmøguleikar og inntjening.

Ikki minst, so fylgja oftani við nýggjar upplivingar, tá farið verður undir útbúgving á øðrum stað, antin tað er uttanlands, í Havn ella í Suðuroynni.

Heilsuskúlin er í Suðuroynni, so lesandi norðanfjørðs noyðast um Suðuroyarfjørð. Farleiðin um Suðuroyarfjørð verður røkt av Smyrli.

Smyril siglur millum Havnina og Suðuroynna 2-3 ferðir hvønn dag.

Tað tekur smáar 2 tímar at sigla um Suðuroyarfjørð og fyri lesandi er ferðin ókeypis. 

Útbúgvingin til heilsuhjálpara á Heilsuskúla Føroya tekur umleið 15 mánaðir frá byrjan til enda.

Íroknað hesum eru umleið 6 mánaðir starvslæra, har lesandi kunnu fara í starvslæru í nærumhvørvinum í Havn, Eysturoynni, Vágum ella Klaksvík – ella í Suðuroynni.

Verða feriurnar drignar frá, so er effektiva undirvísingartíðin har tú má er í skúla á Heilsuskúlanum í Suðuroynni umleið 8 mánaðir – 8 mánaðir, sum eru spaddir yvir eitt 15 mánaða tíðarskeið. 

Hetta er tað, sum Bergun Kass, av onkrari óskiljandi orsøk, metir verða ein av stóru útbúgvingar katastrofunum í Føroyum.

Skil tað, hvør skilja vil!

Dennis Holm, borgarstjóri
Vágs kommuna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo