Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Tað er umráðandi at fáa bygt Heimið til børn og ung við autismu, tí tørvurin á hesum tilboði er ovurstórur. 

Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur , landsstýriskvinna í almannamálum, nú arbeiðið at byggja heim í Havn til børn og ung við autismu verður boðið út í almennari lisitatión fyrsta dagin.

Ætlanin er, at farast skal undir byggingina til várs, og at heimið verður klárt at flyta inn í seinast í 2022.

Verkætlanin varð boðin út í fjør, men av tí at tilboðini vóru nógv hægri enn kostnaðarmetingin, gjørdi landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, av at havna lisitatiónina.

Bygginevndin fekk til uppgávu at finna sparingar uttan at gera ov stórt inntriv í funktiónir og virksemi í heiminum, og ráðgevin hevur umprosjekterað verkætlanina verkætlanina av nýggjum sambært sáttmálanum.

Nýggja høvuðsprosjektið verður nú boðið út. Bygningurin er færri fermetrar enn í upprunaligu verkætlanini, hann er einfaldari og er nú í einari hædd.

Verkætlanin verður boðin alment út í sjey fakarbeiðstøkum.

Alt hetta verður gjørt, fyri at fáa kostnaðin at halda.

Fyrstu fyrireikingarnar byrjaðu í 2016. Í 2018 varð verklagslógin samtykt og farið var undir prosjekteringina í september sama ár. Høvuðsprosjektið varð handað í desember 2019. Seinasta árið er farið við at finna sparingar og gera nýtt høvuðsprosjekt.

- Nú vóni og vænti eg, at nógvar fyritøkur fara at halda seg framat, og bjóða uppá arbeiðið, og at prísurin fer at halda, soleiðis at vit kunnu koma í gongd við byggingina. Tørvurin á hesum bú- og umlættingartilboði er ovurhondsstórur, so nú vóni eg ikki at fleiri seinkingar verða, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Tað er Landsverk, sum bjóðar út vegna Almannamálaráðið, og útbjóðingin fer fram á heimasíðuni hjá Landsverki 1. desember 2020.

Heimið til børn og ung við autismu, er býtt upp í fýra eindir:

- Búeind við seks íbúðum, umframt felagskøk og uppihaldsrúm o.a.

- Umlættingareind við seks kømrum, sum hava egnan dur og vesi, umframt felagskøk og uppihaldsrúm o.a.

- Starvsfólkaeind við leiðsluskrivstovu og felags hentleikum til starvsfólkini

- Virkniseind, sum er eitt dagtilboð til áleið 15 børn og ung. Í virkniseindini er m.a. køkur og uppihaldsrúm, umframt venjingarrúm, sansarúm, verkstaður, rúm til vatnavirksemi, ítrivsrúm og eitt uttandura spælipláss, sum alt eru felags hentleikar hjá heiminum.

Bruttovíddin á bygninginum er 948 m2 og samlaða grundøki er 7.600 m2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo