Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Á temafundi um fíggjarlógina, sum Runavíkar kommunu skipaði fyri í gjár varð upplýst, at Runavíkar Havn er tann havnin í Føroyum, sum er best útgjørd og klár til landsstreym.

Felagið Heimafriður er partur av temadegnum hjá Runavíkar Kommunu, har eitt av evnunum var landstreymur.

Tað var eitt væleydnað tiltak við positivum anda, har umboð fyri Heimafrið og SEV høvdu framløgur um evnið.

Býráðslimir, umboð fyri Runavíkar Havn og Heimafriður vóru stórt sæð øll samd um, at trupulleikin við gangi frá skipum skal loysast.

Heimafriður lýsti málið, vísti á avleiðingar, kostnað og loysnir. Felagið bjóðaði seg fram at hava ein aktivan leiklut í at fáa málið loyst, og deila sína servitan innan økið.

Umboð frá SEV vísti á, at streymorkan til at útbyggja landstreym er nøktandi á fjørðinum, og at Runavíkar Havn er tann havnin í Føroyum, sum er best útgjørd og klár til hesa útbygging.

Hóast Runavíkar Kommuna vísti á, at ein landsumfatandi lóggáva er neyðug, vístu umboðini frá Heimafriði á, at kommunan sjálv eigur at gera neyðugu broytingarnar soleiðis, at borgarar í kommununi fáa Heimafrið, inntil landsmyndugleikin ger sín part.

Hóast positiva andan á fundinum, og at síggja til viljan hjá Runavíkar kommunu til eina loysn, tvíheldur Heimafriður um, at fólk í Runavíkar Kommunu mugu fáa Heimafrið í stundini.

Borgarar í kommununi eru longu niðurundirkomin og flýggja av húsinum og flyta úr kommununi undan gangi frá skipunum. Tískil heitir felagið staðiliga á kommununa um at steðga óneyðuga ganginum umgangandi.

Heimafriður vísti eitt nú á ymsisk átøk, sum kommunan kann seta í verk beinanvegin, ímeðan bíðað verður eftir nýggjari lóggávu á økinum og ein langtíðarloysn verður funnin.

Heimafriður fegnast um ynski hjá Runavíkar kommunuum at loysa málið, og fer felagið at fylgja gjølla við gongdini í málinum.

Vegna Heimafrið
Trina Eysturoy, forkvinna
Poul Martin Jørgensen, nevndarlimur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo