Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í samfull trý døgn hevur Næraberg ligið og órógvað fólk á Signabø og Oyrarreingjum uttan orsøk. Sambært www.jn.fo eru frystigoymslurnar í Kollafirði fullar og tískil fær Næraberg í løtuni ikki landað har. 

Kortini hevur Næraberg síðani fríggjadagin seinnapartin í døgndrift órógvað borgarar á Signabø og Oyrarreingjum. Hetta merkir, at skipið í samfull trý døgn hevur ligið við motorunum koyrandi, soleiðis at fólk fáa hvørki hvíld ella frið heima við hús. 

Á einum fundi í vár millum Tórshavnar kommunu og JFK, varð avtalað at ábøtur skuldu gerast og mannagongdir skuldu broytast til frama fyri Heimafriðin hjá borgarum á Signabø og Oyrareingjum. Men hesar broytingar merkja fólk einki til, tí skipið larmar framvegis líka illa.

Ímeðan Næraberg liggur og bíðar til hann sleppur at landa, missa borgarar á landi bæði svøvnfrið og heimafrið. 

Heimafriður heitir á Tórshavnar Kommunu og JFK at gera tær broytingar, sum skulu til, soleiðis, at borgarar kunnu fáa frið, tá skipið liggur inni. Verkfrøðingar og maskinmeistarar hava gjørt felagið varugt við, at fyri at loysa trupulleikan við gangi frá Nærabergi, skal skipið væntandi gera eina íløgu í millum 50 og 400.000 krónur. Hetta er ikki nógvur peningur sæð í mun til heilsuna hjá fólki og nógvu árini, hesin gangurin hevur staðið uppá.

Tórshavnar Kommuna og landsmyndugleikar skulu sjálvsagt seta karmar fyri vinnuna, men tað hevði verið gleðiligt um eitt felag, sum JFK, av sínum eintingum kundi tikið samfelags- og umhvørvisábyrgd. 

Eisini heitir Heimafriður á myndugleikar og reiðarí um at taka atlit og finna loysnir, sum kunnu brúkast, eitt nú at flyta skipini burtur frá bygdum øki, tá tað kortini ikki er neyðugt at liggja við bryggju.

Vegna Heimafrið
Trina Eysturoy, forkvinna
Tlf.: 210913

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo