Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú ein mánaður er eftir, til felagið Heimafriður hevur eitt ára stovningardag, heitir felagið á fólk um at skriva undir eina áheitan til kommunu- og landsmyndugleikar.

Við yvirskriftini, ‘Latið okkum fáa Heimafrið’, heitir felagið Heimafriður á fólk um at hjálpa til við at skriva undir eina áheitan til myndugleikarnar.

Felagið Heimafriður varð stovnað 10. desember í fjør. Felagði hevur verið sera virkið og nógv er gjørt hetta árið fyri at varpa ljós á trupulleikan við gangi frá skipum.  Tó vantar nógv í, tí framvegis verða fólk í Føroyum púra óneyðugt plágað av gangi frá skipum.

Heimafriður hevur á fleiri fundum við kommunur og landsmyndugleikar víst á loysnir. Tað finnast loysnir, sum ikki eru so dýrar og heldur ikki skuldi tikið so langa tíð at fingið framdar.

Undirskriftin er soljóðandi: “Við hesari undirskrift heita vit í felag á kommunal- og landsmyndugleikar, um at finna loysnir, sum tryggja fólki Heimafrið frá gangi frá skipum. Eisini heita vit á myndugleikarnar, um at finna loysnir, sum minka mest møguligt um gangin, meðan bíðað verður eftir varandi loynsunum.”

Hjálp felagnum við at skriva undir her: trýst her

Heimafriður á Facebook: trýst her

Vegna felagið Heimafrið
Trina Eysturoy, forkvinna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo