Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Formaðurin í havnanevndini í Tórshavnar Kommunu sigur, at allar kommunurnar ikki hava áhuga í landstreymi, og metir tað ikki vera rímiligt, at allar kommunur skulu gjalda fyri landstreym.

Vit vilja minna formannin í havnanevndini á, at tað er púra vanligt, at tey, sum eiga og reka virksemi og fáa allan vinningin, eisini gjalda fyri at betra um umstøðurnar í sambandi við teirra egna virksemi.

Tær kommunur, sum fáa inntøkurnar av havnaanleggum, skulu sjálvandi gjalda fyri at binda í netið hjá SEV - júst sum allar aðrar fyritøkur og privat gera - sjálvandi. Tað burdi formaðurin í havnanevndini og umboð í nevndini hjá SEV vita!

Tað er ein sjálvfyljga, at Tórshavnar Kommuna skal gjalda fyri íløgurnar til landstreym, hóast íløgan kann gagna SEV og harvið øllum hinum kommununum og fólkinum í Føroyum.

Tað finnast fólk, ið síggja forðingar, og so eru tað hini, sum síggja møguleikar
Í hesum førinum hava fleiri borgarar í fleiri kommunum í Føroyum ampa av havnavirkseminum, sum kommunurnar sjálvar reka. Tað er vorðin ein stórur samfelagstrupulleiki. Hetta er tó ikki ein trupulleiki, sum ikki kann verða loystur.

Nei, samfelagstrupulleikin er ein gyltur møguleiki at loysa fleiri trupulleikar í einum og harnæst gagna samfelagnum, til fyrimun fyri allar partar. Avbjóðingin er at fáa røttu fólkini at taka røttu avgerðinar.

Landstreymur er ikki bara ein utopiskur vátur dreymur hjá fólki, sum ynkja heimafrið. Nei, landstreymur er nevnliga eitt av ítøkiligu átøkunum, um at tálma oljunýtsluna, sum landstýrið leggur fram í næstum.

Tá løgmaður í løgmansrøðuni tosaði um orkuskifti og grønar loysnir, tosaði hann óbeinleiðis um landstreymsloysnir til skip. Í uppskotinum stendur:

”Mælt verður til, at skip, sum meginregla, í 2024 fáa møguleikan at keypa streym úr landi og frá 2025 fáa álagt at sløkkja motorarnar, meðan tey liggja við bryggju.”

Ábyrgdin at fremja átøkini liggur hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum og kommununum.

Hví ikki taka røttu og bestu avgerðina beinanvegin? Hví hoppa uppum garðin, har garðurin er lægstur, hóast tað brennur í báðum endum?

Landstreymur er ein góð íløga, sum gevur SEV nýggjar kundar, og harvið kapital orku, sum gagnar okkum øllum.

Landstreymur tálmar nevnliga ikki bert einum trupulleika, men loysir fleiri trupulleikar í einum, og harnæst kann tað loysa seg økonomiskt.

Landstreymur kann gerast ein týðandi partur í orkuskiftinum í Føroyum og samstundis tryggja fólki Heimafrið.

Trina Elttør Eysturoy,
forkvinna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo