Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í mun til onnur støð í Føroyum, er støðan hjá borgarum í Tórshavnar Kommunu versnað munandi seinastu 5 mánaðanar.

Tað sigur felagið Heimafriður, sum stríðist fyri at basa óljóði og dálking frá skipum sum liggja í føroyskum havnum.

- Órrógvandi skipini eru, eftir at nýggju samgongan við Javnaðarflokkinum á odda tók, fleirifaldað og støðan er versnað munandi í 2021. Dálkingin í lokala økinum er øgilig.
Skipini bæði luftdálka og larma órímiliga nógv. Eingin bati er í væntu frá núsitandi meiriluta. Á seinasta býráðsfundi kom tað týðiliga fram, hvussu lítið vird neyðarrópini vóru og traðkaði á av núsitandi meiriluta, sigur felagið í eini facebookdagføring.

- Felagið vil enn einaferð gera vart við, at hetta sera dálkandi virksemið í bygdum øki, elvir til massiva luft- og ljóðdálking, sum gongur út yvir fólkið á staðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo