Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fimtu ferð eydnaðist tað at fáa uppskotið um heimavirki samtykt í løgtinginum.

Frítøkan er tó treytað av, at árliga inntøkan ikki fer upp um kr. 50.000.

Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, at endamálið við uppskotinum er at taka burtur tær forðingar fyri føroyskum heimavirki, sum eru í skattalóggávuni.

- Samstundis, sum broytingar verða gjørdar í skattalógini, verða broytingar gjørdar í mvg-lógini, sum m.a. bera í sær, at heimavirki gerst mvg-frítt.

- Heimavirki er í uppskotinum skilmarkað sum heimavirkisvirksemi, sum í mesta lagi hevur ein árligan umsetning upp á kr. 50.000. 

- Er árligi umsetningurin oman fyri kr. 50.000, verður virksemið ikki roknað sum heimvirki. Inntøkan verður tá viðgjørd eftir vanligu reglunum í skatta- og avgjaldslóggávuni, t.v.s. hvørki frítikin fyri skatt ella meirvirðisgjald.  

Sí uppskotið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo