Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Húsini har Angela búði saman við familjuni. Áðrenn eldin og aftaná.

Stutt áðrenn alt brendi sóu tey eldin og máttu rýma frá húsi og heimi.

Angela saman við manninum Ewan og døtrunum Molly og Matildu.

Matilda lærdi at standa á skíum tá hon var bara 18 mánaðir.

Seinastu jóla- og nýggjárshøgtíð fer 32 ára gamla Angela Murdoch ongantíð at gloyma. Stutt eftir at hon hevði átt eina dóttur, brendu bæði heim og arbeiðspláss, og hon noyddist at flýggja undan eldinum við familjuni.

Angela er hálvur føroyingur, mamman er úr Vestmanna, og hóast hon var nógv í Føroyum sum barn, so vaks hon upp í Orknoyggjum, hagani pápin er.

Seinastu 10 árini hava hon og maðurin staðið fyri rakstrinum av skíðítróttarstaðnum Selwyn Snow Resort, sum liggur í Snowy Mountains í statinum New South Wales í Australia. Júst tann staturin hevur hetta australska summarið verið serliga illa plágaður av skógareldum.

Nú vandin er av, og familjan hevur fingið summað seg eitt sindur, hevur VP verið í sambandi við Angelu um tað sum hendi og hvørjar framtíðarætlanirnar eru.

- Eg átti Molly 19. desember. Tá vóru longu nógvir eldar, men ongin beinleiðis vandi. Eina viku eftir at vit vóru komin heim frá sjúkrahúsinum noyddust vit tó at fara frá húsi og heimi. Og 4. januar brendi alt hjá okkum, sigur Angela sum nú er heima í Skotlandi og heldur frí saman við familjuni.

Ikki bara hiti og eldur
Sjálvt um Australia mest verður sett í samband við hita og eld, so er eisini kalt og kavi onkrastaðni um veturin á risastóra kontinentinum. Selwyn Snow Resort er opin frá juni til oktober, tá vetur er í Australia. Har koma fleiri túsund fólk, mest úr Australia, at standa á skí. Starvsfólkini eru yvir 100 í tali, og Angela stendur á odda fyri øllum saman við manninum, Ewan.

- Á sumri er ikki nógv virksemi. Tá eru vit bara eini fimm til arbeiðis. Beint nú royna vit at finna útav, hvussu vit skulu koma víðari. Men ætlanin er heilt víst at byggja alt uppaftur sum er brent. Tað verður neyvan klárt til komandi sesong, men vónandi í 2021. Tað verður ikki nakað løtuverk, tí alt er fullkomuliga oyðilagt, sigur Angela, sum hóast ógvusligu hendingarnar seinastu vikurnar er við gott mót.

- Tað var ein uggi í allari neyðini, at vit fingu Molly. Og at ongin fólkaskaði annars hendi, tá tað leikaði harðast í.

Umframt dóttrina Molly eiga Angela og Ewan eisini eldru dóttrina Matildu.

Stutt áðrenn alt brendi sóu tey eldin og máttu rýma frá húsi og heimi.

Angela saman við manninum Ewan og døtrunum Molly og Matildu.

Matilda lærdi at standa á skíum tá hon var bara 18 mánaðir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo