Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Tað gongst so væl hjá Filmsfelagnum at vísa nýggjar listarliga áhugaverdar filmar í Havnar Bio, at felagið hevur fingið bjóðað, at hava heimsfrumsýning 20. apríl.

Talan er um nýggja danska filmin Der kommer en dag, sum lýsir tveir brøður, Elmar og Erik, ið verða sendir á barnaheimið Gudbjerg í 1967.

Á harðrenda heiminum, sum í veruleikanum eitur Godhavn og er í Norðursælandi, droyma brøðurnir um eina bjartari framtíð og eitt betri lív.

Sum í søguni um Dávid og Goliat taka teir dystin upp við harðrenda leiðaran á barnaheiminum. Teir vilja vinna frælsi!

Filmurin byggir á veruligar hendingar í eini byltingartíð.

Filmsfelagið sýnir filmin Der kommer en dag mikukvøldið 20. april. Dagin eftir verður hann frumsýndur í Danmark.

Her er treylarin, sum gevur okkum eina fatan av nýggja danska filminum, sum Jesper W. Nielsen hevur leikstjórnað fyri framleiðslufelagið Zentropa: sí her

Her er heimasíðan hjá Filmsfelagnum

Her Facebook-vangin hjá Filmsfelagnum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo