Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fyri nærum fjøruti árum síðan – á sumri nítjansjeytisjey – upplivdu eisini føroyskir luttakarar á norðurlendskari tónuppalingarstevnu í Örebro í Svøríki eitt finskt unglingastrúkiorkestur, sum bar av øllum, ið har var at hoyra.

Nærri samband hendanvegin fekst seinni við hetta framúrskarandi ljómlið, og á sumri 1985 sótu vit hugtikin í Norðurlandahúsinum og lýddu á ein strokljóm, sum tú valla hevði kunnað hugsað tær møguligan av so ungum hondum. Partur av upplivingini var tað eisini, tá stovnari og leiðari orkestursins, ungarnskføddi Géza Szilvay, greiðandi frá sínum arbeiðslag, fann sær børn fram millum  áhoyrarnar, sum hann á undursaman hátt fekk til at fylgja sær í sínari fyrivísan.

Hugaligt eisini fyri okkum var tað, at gestirnir fullu so væl til í okkara landi og seinni hava tikið til, at millum ferðir víða um heim var tann vitjanin higar út í Atlantshav teimum støðugt eitt serstakt minni.
Hómandi eitt serligt tónlistarligt viðkvæmi millum áhoyrarar og havandi í huga tær stuttu fjarstøður millum búðpláss her helt Szilvay tá fyri um okkara tónlistarmennandi møguleikar: “This can be the best in the world!”

Søkjandi tættari samband við tað jørðildi, sum nevnda vala úrslit er sprottið av, fekst í lag ein breiðari vitjan úr Finnlandi í 2009, sum The Helsinki Strings aftur var ein so hugtakandi partur av. Og nú í sambandi við strúkaratiltakið “Strokrok” er eitt nýtt ættarlið av hesum fiólsnillingum frá “The East Hesinki Music Intitute” aftur okkara kærkomnu gestir og verða at hoyra í Vesturkirkjuni í kvøld, hóskvøldið, kl. 20.00 og í Christianskirkjuni í annaðkvøld,fríggjakvøldið, kl. 19.30.

Hesaferð eitur orkesturleiðarin Jukka Rantamäki, er fyrrverandi næmingur hjá Géza Szilvay, spældi við í orkestrinum á fyrstu Føroya-ferðini í 1985 og er í dag gitin í finska tónlistarheiminum bæði sum fiólspælari og sum orkesturleiðari.

Skráin hjá orkestrinum umfatar verk eftir klassikarar sum Antonin Dvorak, Edgar Elgar, Bela Bartok og ikki at forgloyma  finska tjóðartónaskaldið Jean Sibelius.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo