Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Tað gevur onga meining at ríku londini nú fara undir at koppseta sínar borgarar við triðja prikinum, tá ein heilur heimspartur er at kalla óvaksineraður.

Tað sigur leiðarin í Heimsheilsustovninum WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus.

Orðini falla samstundis sum mong lond í Europa eins og USA av álvara fyrireika at geva sínum borgarum triðja prikið av koronavaksinu, samstundis sum londini í Afrika undir einum ikki hava koppsett fleiri enn 7 prosent av sínum íbúgvum.

- Tað er amoralskt, órímuligt og órættvíst, og vit fáa ikki steðga sjúkuni um vit bara síggja burtur frá einum heilum heimsparti, har sjúkan bara sleppur at liva víðari. Enntá einum heimsparti, sum hevur sera ringar fortreytir fyri at útvega sær neyðuga koppingarevnið, sigur Tedros Adhanom Ghebreyesus.

WHO viðmælir, at fólk við niðursettari immunverju fáa triðja prikið, men mælir frá at øll fáa tað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo