Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Aðalfundurin hjá Berkshire Hathaway, sum ofta verður eyknevndur "Woodstock fyri kapitalistarnar" verður ikki í býnum Omaha, sum hann plagar, nei, í ár verður hann á netinum.

Berkshire Hathaway er íløgufelagið hjá 90 ára gamla Warren Buffett, sum íleggjarar kring allan heim hámeta, tí hann hevur havt so mikið hepna hond við sínum íløgum, at Berkshire Hathaway í dag er vert yvir 560 milliardir dollarar. Sjálvur er Warren Buffett nummar 7 á listanum yvir ríkastu fólk í heiminum.

Í árliga brævinum til íleggjararnar, hagani nógv fáa íblástur til egnar íløgur, sigur Warren Buffett, at tað er eitt vánaligt hugskot at keypa lánsbrøv. Lágu renturnar eru orsøkin, og Warren Buffett spáar, at pensjóns- og tryggingarfeløg, sum oftani plasera nógvan pening í júst lánsbrøv, fara at hava tað trupult næstu árini.

Í brævinum endurtekur Warren Buffett vælkenda mantraið um at hava tol og eitt langt áramál til sínar íløgur, sum eisini mugu spjaðast væl. Og so fjalir hann ikki útyvir, at hann hevur góðar vónir um framtíðina.

- Hóast nøkur álvarslig bakkast hevur búskapurin hjá okkara landi verið hugtakandi. Og okkara avgjørda niðurstøða er: Satsa ongantíð ímóti Amerika, stendur millum annað í brævinum.

Millum seinastu keypini hjá Berkshire Hathaway er risastóra amerikanska telefyritøkan Verizon, oljufelagið Chevron og tøknirisin Apple, sum felagið nú eigur yvir 5% av. Partabrøvini í Apple, sum eru keypt fyri tilsamans 31 milliardir dollarar, eru nú verd 120 milliardir, skrivar Bloomberg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo