Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Best betalti youtubari - tað er ein sum leggur egið tilfar út á youtube til sínar haldarar - er 8 ára gamli drongurin Ryan Kaji úr Texas, USA. Í ár hevur hann forvunnið 26 milliónir dollarar, sum er umleið 174 mió í okkara pengum. Og tað hevur hann, tí hann hevur heilar 23 milliónir fylgjarar ella haldarar á síni youtubekanal, har hann byrjaði við at ummæla leikur.

Tað er miðilin Forbes sum  skrivar um sokallaðu youtubararnar í tí tunga endanum.

Á øðrum plássi liggja menninir Dude Perfect, sum eru fimm ungir mans sum gera ymiskt meira og minni fjákut, eitt nú royna at seta ymisk met í Guinnes metbókini.

Tann triðja á listanum er 5 ára gamla russiska smágentan Anastasia Raszinskaj, sum í ár hevur fingið yvir 120 mió kr burturúr. Hon hevur eina heilasjúku, og læknarnir søgdu, at hon fór ongantíð at kunna tosa. Tað noktaðu foreldrini at góðtaka, fóru undir miðvísar vejingar og byrjaðu youtube kanalina fyri at vísa vinum og kenningum at tað gekk framá. Og tað hevur tað so eisini gjørt, má sigast.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo