Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Føroyska fyritøkan, Fishfacts, hevur í dag kunngjørt heimsins fyrstu marknaðarføringsskipan til fiskivinnuna. Framløgan var varpað beinleiðis á netinum til hyggjarar og fyritøkur í sjey londum.

- Vit sóu beinanvegin, tá korona gjørdi um seg, at vit vórðu noyddir at hugsa øðrvísi, sigur Hanus Samró, partaeigari og sølustjóri.

Við nýggju marknaðarføringsskipanini kunnu tænastuveitarar fara málrættað til verka. Teir kunnu velja millum lond og fiskiskapir, men teir kunnu eisini útihýsa kappingarneytarnar.

- Eitt línuskip er kanska ikki áhugað at lesa um nýggjastu tøknina til pelagisk skip. Eitt pelagiskt skip er møguliga ikki áhugað at lesa um nýggjastu útgerðina til botnfisk. Við skipanini fáa línuskip tíðindi til línuskip, pelagisk til pelagiskt, og frysti trolarar fáa tað, ið eru viðkomandi fyri frysti trolarar osfr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo