Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Frelsunarherurin: Í næstum fær Frelsunarherurin í Føroyum vitjan av heimsleiðarunum, Brian Peddle, generali og Rosalie Peddle, kommandøri

Í hesum sambandi verður alment møti týsdagin 31. mai kl. 19.30 í sali Frelsunarhersins í Tórshavn.

Generalurin, Brian Peddle, hevur ovastu leiðsluna av og er andaligi leiðarin hjá Frelsunarherinum. Talan er um ein her, við 1.300.000 soldátum, í 132 londum kring heimin. Herumframt eru áleið 200.000 fólk, sum hoyra til felagsskapin og knapt 500.000 børn og ung. Ein herur, ein uppgáva - tilreiðar at tæna heiminum.

Frelsunarherurin hevur altíð latið gleðiboðskapin og sosiala arbeiðið gingið hond í hond. Kring heimin rekur Frelsunarherurin 230 barnaheim, 220 viðgerðarstovnar, 150 ellisheim, 30 sjúkrahús, 40 føðisjúkrahús og 40 gøtusjúkrahús v.fl.

Í Føroyum eru 130 limir, herav 90 soldátar, sum virka í samkomunum í Tórshavn og í Vági. Harumframt fevnir virksemið um Herberg Frelsunarhersins í Tórshavn og Viðgerðarstovnin Frælsi á Eiði.

Frelsunarherurin í Føroyum hoyrir undir felagsøkið Noreg, Ísland og Føroyar og eru undir leiðslu av kommandørunum David og Lisbeth Welander. Hesi bæði, umframt onnur í leiðsluni fyri økið, verða við í ferðalagnum til Føroya.

Frelsunarherurin er ein altjóða evangelisk rørsla og ein partur av alheims kristnu kirkjuni. Boðskapurin byggir á bíbliuna. Tænastan er sprottin av kærleika til Gud. Uppgávan er at boða Jesu Kristi evangelium og í Hansara navni møta menniskjaligum tørvi - uttan at gera mismun.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo