Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

“Frelsarin føddur er” er heiti á nýggju jólafløguni, ið kemur út 1. Desember.

Tað er Heine Lützen ið hevur verið í studio seinastu tíðina, og savna saman 10 løg, harav 5 eru nýinnspæld og 5 eru givin út fyrr. Heine Lützen syngur á 8 av løgunum, umframt eina duett saman við dóttrini Jóhannu.

Malan Lützen, systir Heina syngur eisini eitt lag, ið er ein føroyska útgáva av Breath of Heaven hjá Amy Grant.

Heitislagið er nýskrivað, meðan restin er umsett ella eru gamlir, kendir jólasálmar.

Nýinnspældu løgini eru tikin upp í studionum hjá Jákup Zachariassen, ið eisini hevur lagt til rættis. Óli Poulsen hevur miksað. Ymiskir føroyskir studiotónleikarir og onkur útlendskur spæla tónleikin. 

- Eg havi leingi ætlað mær at geva út eina jólafløgu, har eg eisini kann savna tey gomlu løgini, sum eg havi sungið gjøgnum árini á ymiskum útgávum. Onkur av hesum eru horvin í meldrinum, men nú er so møguleiki at hugna sær á jólum við hesum góða tónleikinum, við hesum gleðiboðunum um, at Frelsarin føddur er, sigur Heine í tíðindaskrivi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo