Tað eru nøkur neyðars fólk, sum hvørki hava skil fyri at tosa ella dømikraft til at tiga
- franskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Heini er vestmenningur, einkasonur Dagmar og Haldor, Inni á Fjørð, og systrarnar tvær, Mari f. í 1920  og Elsa f. í 1936.

Heini var heilsuveikur sum barn og tíðum songarbundin; men bleiv tá so forkelaður av øllum kvinnum í húsinum og úr grannalagnum við. Ein sæla “fyri ein leting frá barni av”, skrivar hann í takksemi.

Kvinnur og umsorgan
Jú, allar hesar hjartans góðu vestalinnurnar, sum við sínum søgum, bókum og bløðum bóru honum alt upp í hendi, og sum settu linnandi og kveikjandi skorður undir ta almennu vitan og bæriliga, bókliga førning, ið búnaði hansara framúr góða minni fyri lívið.

Heini er kendur sum góður og undirhaldandi talari og sum evnaligur teknari, málari, yrkjari og forteljari við ørgrynnu av søgum – skemtiligum søgum - sum aloftast gera gjøldur burtur úr honum sjálvum, um hvussu gáloysin hann mangan er komin til kort í lívinum...(!).

Bøkur
Verkfrøðingar eru mest kendir fyri síni tøl, sín ómissiliga roknistokk og ikki júst gitnir fyri at skriva bøkur, so Fjodor Dostojevskij og Aleksandr Solzjenitsyn eru tvey undantøk - .

Men William Heinesen og onnur við varnaðust Heinasa evnir í so máta, og WH bað Heina vælsignaðan gevast við at tekna vegir og tunlar – heldur at skriva!

Og skrivað hevur Heini. Umframt, at reika um heimin í eini 15 - 20 ár, at røkja sítt krevjandi starv sum deildarleiðari á projekterandi vegadeildini hjá Landsverkfrøðinginum í mong ár, hevur Heini í frítíðini skrivað ein hóp av greinum og heilar tríggjar frálíkar, afturlítandi bøkur, givnar út av Sprotanum, (einar 1200 síður við fleiri hundrað góðum myndum): “Meg minnist - og ørminnist” 1 (árini 1930-1948) og 2 (árini 1949-1956) og 3 “ Trý túsund nætur og trinnar, millum mohammedsmenn og kvinnur” (árini 1956-1957) - og um hann ikki nú er farin undir ta fjórðu bókina við?!

Heini hevur støðugt, hvar ið hann enn hevur støðast, tikið sær stundir at taka myndir og skrivað nakrar reglur frá hendingum dagsins - so at siga - hvønn dag í árinum. 

Søga og savn
Heini hevur ein ósløkkiligan áhuga fyri søgu og frásøgnum og hevur fest á band ta føroysku vegasøguna. Frá teim fornu fimm-fóta-breytunum og fram til dagsins undirstøðukervi við vegum og tunlum. Hetta í práti við m. a. skilamenn kring landið sum Jóannes Olsen úr Hvalvik, Arna Brattaberg (Brattan), Jógvan Gerðalíð o.fl.

Heini hevur eisini lagt lunnar undir eitt tekniskt, søguligt gripasavn av gomlum amboðum, tólum og maskinum; men um hetta savn eigur nakran góðan nú á døgum, veit eg ikki.

Eins og heim teirra í Kovalág er nakað av einum forngripasavni úr teim londum,  har tey hava starvast. Onkur lutur hevur fleiri túsund ár á baki.

Kirsten
Undir lestrarárunum á Horsens Teknikum kom Heini at kenna Kirsten, ættað úr Skanderborg. Og TAÐ var gott!

Tí betri konu kundi hann ikki fingið. Ein hittinorðað hella fyri hann og inspirasjón – og fyri onnur við! Hvar ið tey enn hava búleikast um tríggjar heimspartar - um lond og ríkir sum: Iran, Afganistan, Zanzibar, Nigeria o.s.fr.

Kirsten er úr góðum bergi brotin. Bara seks dagar eftir brúdleyp sítt (tey høvdu diamantbrúdleyp í fjør vár), stóð hon á jarnbreytarstøðini og veittraði farvæl til sín brasna brúðgóm úr “Fjallafonn”, á veg í vinnu – sær og henni til dagligt breyð - millum hissini nomadafólk í ófriðarliga og partisan-sperda “Babylon”.

Tá lat í onkli hennara, sum hjá stóð: “Så, så, ingen tårer, kære Kirsten - hann er ikke død endnu (!)”.

Børn teirra eru: Turid, f. í 1959 í Kermanshah og Roar f. í 1961 í Hamadan í Iran, (í Gamla Testamenti nevnt Ekbatana), meðan Marianna (1962-1998) og Annika f. 1969 eru føddar í Skanderborg.

Ekbátana
                        Jeg husker den Vaar, da mit Hjerte i Kim
                        undfangede Drømmen og søgte et Rim,
                        hvis Glans skulde synke, jeg ved ej hvorfra,
                        som naar Solen gik ned i Ekbátana.

                        Byen med tusind henslængte Terrasser,
                        Løngange, svimlende Mure - som passer
                        der bagest i Persien, hvor Rosen er fra,
                        begravet i Minder - Ekbátana.
                                   Sophus Claussen (brot úr yrking)

Tekniska lívsleiðin
Heini er væl fyri í matematikkini og hevur sera gott máloyra, hann lærdi seg skjótt tey eysturlendsku málini, farsi og dari og dugir fleiri høvuðsmál í brúki - og enskt sera væl.

Allir teir føroysku landsvegirnir og uppskot til tunlar í leið og legu eru evnaðir til undir hansara hepnu hond og hartil eitt ótal av vegum fyri kommunur landsins. Hann hevur verið makaleysur hjá mær og øðrum við at heita á og leita til í tekniskum spurningum.

Heini og Helmsdal
Mikkjal, sum hevði stórt álit á Heina, hevði m.a. kannað hjá bgf. Kampsax, hvussu Heini nú riggaði sum leiðari í fjarløgdum londum.

Jú, svarið var stutt og greitt: “Hvor Heine er, er der ingen problemer”. Hetta hóast tað, at millum fólkini á arbeiðsplássi hansara taldust einar 6-8 ymiskar religiónir. Av sonnum eitt gæviligt skoðsmál at fáa fyri ein av Føroya víðfarnu synum!

Helmsdal var álvaramaður, hevði gott minni og var ringur at imponera við sínum imperiala høvdi, ið vakti virðing her heima og um lond, og sum vildi, at alt, ið stovnurin stóð fyri, var ólastandi í verki, striku og teksti.

MH hevði sín verumáta, eitt nú kundi hann, um hann møddist av eini samrøðu ella okkurt annað hugtók hann, so seigliga siga: “Mn, no, ja...”, fyri síðani at fjara burtur í egnari hugsan í djúpari tøgn.

Men hvussu riggaði so samstarvið millum hesar báðar ólíku garparnar - av lyndi og humori - sum MH og skemtaran Heina í tí dagliga? Jú, sera væl, og helst Heina mest til rós, haldi eg.

Seðilin
Her eitt lítið dømi, mín lesari, okkara millum. Einaferð var Heini júst afturkomin úr miðeystri, ungur, fullur av skemtiligum søgum og hugskotum. Men so hendi tað undir hugfarsliga prátinum, at MH ikki læt við seg koma eina løtu - og tøgn fall á ting...  

Løtu seinni hyggur Mikkjal upp og gløðir við, tí Heini er horvin, og á borðinum lá ein seðil, har ið á stóð: “Tygum duttu av, tí fór eg, v. h. Heini”.

Morgunin eftir fekk Heini vitiliga eina svinna átalu frá MH (honum sum altíð stóð stinnur í einhvørjum andgletti) at henda viðmerkingin – at detta av – tað kundi  ALS ikki koma fyri og tíansheldur góðtakast!

Eini 20-25 ár seinni - teir vóru báðir hjástaddir - spurdi eg heldur óansin um henda famøsa og skemtiliga seðilin. Men tá gav MH - aftur líka rísin - Heina enn ein vals fyri hansara lættsinta dárskap!

Og Heini - hann lýddi bara blíðoygdur á hesa svalligu, afturvirkandi misnøgd stjórans - og segði milt revsandi við meg aftaná: “Ja, heldur ikki í dag stóð eg til nakra kærkomna lønarhækkan (!)”.  

Býráðspolitikari
Marius Johannesen, blaðstjóri og høvdingi hjá Gamla Sjálvstýri, kom til Heina við síni serstøku “Ketils-rødd” og bað hann bønliga um at læna sær navnið til listan til býráðsvalið í 1972: “ Je, noy, als ongin vandi á ferð. Ongin finnur uppá at velja teg, Hoyni!”, segði Marius.

Men so varð ikki. Heini kom inn í Tórshavnar býráð og bleiv valdur til formann fyri Havnarnevndina.

Men krakelið um bátapláss (áðrenn bátabrúgvarnar komu) og tær trongligu talurnar á býráðsfundi møddu Heina so mikið, at hann valdi heldur í úrtíð at fara til Nigeria at hoyggjast við teir meiri sólbrendu, innføddu har niðri – dastið av valskeiðinum.

Og heimafturkomin hótti hann Marius við at fara í útlegd - heilt til barnaheimið Inni á Fjørð í Vestmanna – um navn hansara kom aftur á nakran politiskan lista!

Heiðurslimur í FVF
Heini er heiðurslimur í Verkfrøðingafelagnum – kanska ikki júst fyri síni verkligu ella bókligu brøgd; men nokk heldur, haldi eg, sum ein fornur, eftirlivandi stovnari (saman við øðrum) av hesum áhugafelag - fyri yvir hálvari øld síðani.

Og tað er mær ein gáta, at vitið ikki rennur at onkrum av teim almiklu “heiðurs-premiu-stroyarunum” kring landið (sum kanska sjálvi ikki hava formað ein setning - ið er verdur at endurlesa) - ikki hava latið við seg koma í tøkum tíma?

Men, sama ger, Heini, tí tað “kommersið“ kann eisini verða ein byrða at bera, og tí helst ein lætti at sleppa frá, “fyri ein leting fyri lívið”.

Heini og Poli
Ein serstakan vinmann frá barni av hevur Heini enn, og tað er Poli hjá Ingdori, teir vóru sum lív og ein sál -  hóast so ólíkir í stødd og skapi.

Heini rann upp í slokk (186 cm); meðan Poli er tættur og krúllutur, sum liggur til ta ættargrein, ið mest minnir um mynd av Nólsoyar-Pálli í “Við ókunnugum fólki til Kirkjubøar” eftir Jóannes Patursson.

Tað er ikki tal á teim skálkabrøgdum, ið hesir báðir jassarnir framdu frá fjøru til fjals: Spældu við krút, sum mundu sviðið høvdið av Pola, og Heini, sum skeyt ein píl í eygað á góðu ommu síni, so blóðsprænur stóð frá (beint omanfyri sjálvt eygað, tíbetur), og tá bleiv Heini - fyri eina ferð skuld – bukaður av.

Men, Olevina, omman, (ið var gift við Heina av Heygum og 38 ára gomul sat eftir við 7 børnum sum sjómanseinkja í 47 ár) segði bara: “Noy, Hoyni og Poli, tað eru tvoyr fittir smádreingir – men toyr eru barastani komnir í - ið so ringt orð!”.

Til skips og út í heim    
Heini var ein túr til skips við sluppini “Keflavík”, sum Viggo Dam í Skúlanum førdi. Hesin túrur kundi fylt eina heila bók hjá Heina.

Haldor, pápi Heina, gav honum tá tey vísu ráð: “Heini, tú fært at hoyra viðmerkingar í lugarinum um skiparan og hinar umborð; men legg tær hetta eina við: “Ger tú tær tína egnu meting og statt við hana!”. Eini ráð, sum hava fylgt Heina fyri lívið.

Heimafturkomin undan Íslandi helt Heini so saman við 2-4 vestmenningum avstað yvir til Norra at grava eftir silvuri í Kongsbergi, og um alt hetta - og mangt afturat – finst gjølliga frásagt í góðu bókum hansara.

Samanumtikið
Vit bæði Annelena - og ivaleyst øll tey mongu starvsfólkini hjá Landsverkfrøðinginum og mong onnur við um alt landið - ynskja tær og tínum til lukku við degnum og framhaldandi blíðan byr við hesi samfeldu heilsu - at tað hevur verið ein sonn fragd, at hava lært teg at kenna í ár so mong.

Arnstein Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo