Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Talvsambandið: Føroyar fingu eitt hálvt stig í dystinum móti krútsterka Kroatia í fjórða umfari á talvolympiaduni í India í dag. Dysturin endaði tí 3½-½ til Kroatia.

Tað var føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, sum á 1. borði tryggjaði okkum eitt hálvt stig í dystinum. 

Helgi hevði við hvíta fólkinum fult tamarhald á talvinum frá byrjan at enda móti sterkasta telvaranum í Kroatia seinnu árini, Ivan Saric, ið hevur gott og væl hundrað stig fleiri í styrkitali enn okkara stórmeistari. Eftir at hava flutt 55 leikir í góðar fýra tímar, endaði talvið javnt stutt fyri klokkan trý í dag.

Hinir á føroyska liðnum, Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard og Luitjen A. Apol, vórðu allir við undirlutan móti sterku mótstøðumonnunum. Kroatia er styrkismett nummar 17 av teimum 188 liðunum í kappingini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo