Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein stórur partur av teimum sum valdu fyrrverandi amerikanska forsetan Donald Trump á forsetavalinum herfyri eru framvegis trúføst ímóti honum. So trúføst, at um hann hevði stovnað ein nýggjan flokk, so høvdu 46% valt tann flokkin heldur enn republikanska flokkin, vísir ein nýggj kanning, sum USA Today kunngerð.

Bara 19% av teimum spurdu halda, at Republikanski flokkurin átti at gjørt seg minni heftan av Donald Trump, og ístaðin fylgt tí tey kalla the establishment - etableraðu kósini hjá flokkinum.

Kanningin varð gjørd í síðstu viku. 1.000 Trump-veljarar vórðu spurdir. Óvissan er 3,1%, skrivar USA Today.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo