Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Meðan korona rakar okkum fyri aðru ferð, er Javnaðarflokkurin tíðina eftir Ólavsøku farin í sjálvsving um ovara vøll í Gundadali. Sitandi býráðssamgonga hevur raðfest at dagføra ovara vøll við 9 mió, 5 mio í  ár og 4 mió  í komandi ári til tess at fáa nýggjan vøll, nýtt sprinklaraanlegg og nýggjar ljósmastrar, sum lúka altjóða krøv.

Støðukenslan má vera  so sum so, tá Javnaðarflokkurin  í verandi sera truplu støðu við korona, velur at brúka orku uppá eitt avgreitt mál hjá samgonguni. Tað er tó ikki hetta, eg meti er neyðugt at svara aftur uppá, men hinvegin afturvendandi uppáhaldið hjá Javnaðarflokkinum hesa seinastu tíðina um,  at onki er hent hesi seinastu 4 árini, og at hetta er søguliga vánaligt. 

Við hesum skal eg bert vísa hesum uppáhaldi aftur og vísa á nøkur viðurskifti og mál, sum eru avgreidd undir hesi býráðssetu:

- Nýggjur umlættingar- og rehabiliteringsdepil í Hoyvík stendur liðugur í ár
- Nýggur demensdepil á Tjarnargarði við dag- og kvøldtilhaldi, umlætting og 8 búplássum til fólk við demens (liðugur um ársskiftið)
- Farið er undir fyrireikingarnar av nýggjum ellis- og røktarheimi við hartil hoyrandi røktaríbúðum
- Hægri normering er sett av til eldraøkið
- Reingerð er raðfest til heimabúgvandi eldri borgarar
- Tannlæknaútgerð er útvegað til eldri borgarar á ellis- og røktarheimum
- Kommunulæknatrotið er loyst og 5 nýggjar viðtalur eru útvegaðar í nýggjum læknahúsi í Hoyvík
- Integrasjónspolitikkur er samtyktur og integrasjónsamskipari er settur, fyri at veita tilboð og tænastur til tilflytarar
- Nýggjur musikkskúli við landavegin er bygdur og stendur liðugur (neyðug játtan var ikki tøk til endamálið, tá ið sitandi samgonga tók við)
- Skúlin á Fløtum er bygdur og goldin í hesi setuni og verður liðugur í sept. (Tað skal leggjast aftrat at undanfarna býráð tók avgerð um, at skúlin skuldi byggjast, og at hetta var ein góð avgerð)
- Vegir kring skúlaøkið á Marknagili eru gjørdir fyri 60 mio. t.e. Landavegurin, Marknagilsvegurin og nýggi skúlavegurin, Hans Andriasargøta (Hetta var ikki raðfest í samband við skúlarnar á Marknagili)
- TK er farin fyri fyrstu ferð undir at stuðla PH-d lesandi til tess at stimbra einum altjóða lestrarumhvørvi í Havn
- Nýtt undirvísingar- og klekingarumhvørvi er raðfest í Sjóvinnuhúsinum við Fróðskaparsetri Føroya, Hugskotinum, Klippfisk og Filmshúsinum, umframt vinnulívinum í Havn
- Nýggj altjóða skjótibreyt á Sandvíkum er raðfest við 8 mio og spakin verður settur í heyst
- Nýggjur altjóða golfvøllur er raðfestur, formilig viðurskifti eru komin uppá plass og farið verður undir 1. byggistig í ár
- Vestursíðan av Tórsvølli verður bygd í løtuni og eftir ætlan er ringurin kring Tórsvøll liðugur um árskiftið
- Langhylurin i Gundadali er liðugt projekteraður og verður bjóðaður út í næstum
- Vallarviðurskiftini í Gundadali eru raðfest við 9 mió til nýggj ljós og nýggjar vøllir við sprinklaraanleggi
- Hallirnar í Finsen eru liðugtgjørdar til list og til  frítiðarvirksemi
- Nýtt býarsavn á Frúðutrøð er fingið til vega
- Nýggj innandura klintri- og  skatepark
- Rennistrongur til skíítróttina á Sornfelli er settur upp
- Ferðavinnupolitikkur er orðaður og samtyktur, har dentur er lagdur á eina umhvørvisliga-, sosiala- og fíggjarliga burðardygga ferðavinnu. Vit hava raðfest at stuðla ráðstevnum, størri altjóða fundum v.m. fyri stimbra undir ferðavinnuna sum heild alt árið
- Fleiri nýggjar lendisgøtur eru gjørdar og raðfestar  kring alla kommununa m.a. á Velbastað, í Havnadali, framvið Sandá og í Villingardali
- Nýggjur kirkjugarður er bygdur í Hoyvík og varð vígdur í fjør
- Kirkjugarðurin við Velbastaðvegin verður útbygdur fyri 16 mió. 1. av 4 byggistigum er vígt.
- Dagførd Bussleið - nú við fleiri túrum dagliga og í vikuskiftinum
- Miðvíst ætlan við træplanting – 10.000 trø plantað í fjør og 10.000 trø plantað í ár.
- Orkupolitikkur orðaður: TK skal skerja útlátið við 50 % í 2025 í mun til útlátið í 2016. 13 mió eru árliga sett av til endamálið í langtíðarætlanini fram til 2025. Byrjað er við gøtuljósunum, har ljósperur verða skiftar út við led, og kommunalir bygningar eru knýttir í orkusparandi skipanir.
- Játtanin til viðlíkahald av almennum bygningum er hækkað munandi úr 128 kr pr. m2 upp í 186 kr. pr m2 hesa setuna.
- Bústaðarpolitikkur er orðaður og ætlan fram til 2030 er løgd
- 711 bústaðir eru útvegaðir í hesi býráðssetuni t.e.  kommunalt, privat og frá Bústøðum
- 230 nýggj dagstovna- og vøggustovustovupláss, hægri normering til dagstovnaøkið og nýggur leiðslubygnaður skipaður
- Nýggjur dagstovnur bygdur Vesturi á Flat verður liðugur í ár

Hetta eru bara nøkur av málunum, vit hava arbeitt við og avgreitt, og listin er enn longri. Vit eru greið um, at enn eru nógv mál at loysa, m.a. hvat víðvíkur bústøðum, kloakkering og parkering v.m, og at hetta eru mál, vit alsamt arbeiða við at loysa.

Leggjast kann afturat, at alt meðan vit hava bygt út skúlaøkið fyri 550 mio uttan lántøku, so hava vit goldið skuldina niður, so at Tórshavnar kommuna er at kalla skuldarfrí í dag. Fyri fyrstu ferðí søgu kommunurnar hava vit samtykt eina langtíðaríløguæltan, soleiðis at gjøgnumskygni er í teimum ætlanunum, ið liggja fyri framman í kommununi. Inntøkuvøksturin hevur verið søguliga stórur við áleið 7-8 % og fólkatalið og fólkavøksturin hevur sligið øll met. Fólkavøksturin hevur støðugt liðið áleið 2,3 %.

Hesi seinastu 4 árini er Tórshavnar kommuna vaksin í fólkatali eins nógv og kommunan vaks frá 2004-2016. Tað er greitt, at við so stórum vøkstri uppá so stutta tíð, hava tað verið avbjóðingar frá tíð til aðra at nøkta allan tørv, hvat viðvíkur bústøðum, ansing v.m.

Nógvar avbjóðingar liggja fyri framman, eisini hvat viðvíkur óbodna gestinum korona, og tað skal vera mín vón, at vit politiskt megna at standa saman at koma ígjøgnum hesa truplu tíð, og at komandi valstríð verður konstruktivt borgarunum og kommununi at frama.

Annika Olsen
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo