Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hendrik Egholm hevur gjørt av at gevast sum forstjóri á Magn. Hann hevur verið forstjóri á Magn síðan oktober 2007.

Saman við stjóranum, Johnni Poulsen, hevur Hendrik Egholm havt ein avgerandi leiklut í at menna og varðveita Magn sum eina sterka og lønandi fyritøku.

- Tíðin í Magn hevur verið sera góð, og eg fegnist um menningina í felagnum hesi árini, eg havi verið partur av Magn. Tað er torført at siga farvæl, men eftir skjótt 13 ár meti eg, at løtan er tann rætta at leita nýggjar leiðir. Eg takki dugnaligu starvsfólkunum á Magn fyri tíðina, og somuleiðis nevndini fyri sera gott samstarv, sigur Hendrik Egholm.

Nevndin í Magn takkar Hendrik Egholm fyri hansara stóra leiklut í fyritøkuni.

- Undir leiðsluni av Hendrik Egholm, er Magn vorðin ein sterk og týðandi fyritøka við einum sera dugnaligum starvsfólkahópi. Magn er væl fyri at møta avbjóðingunum, sum liggja fyri framman – millum annað skiftið til grøna orku. Vegna nevndina takki eg Hendrik Egholm fyri dugnaliga leiðslu seinastu útivið 13 árini, sigur Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður í Magn.

Nevndin í Magn er farin undir tilgongdina at finna nýggjan forstjóra. Fyribils røkir Johnni Poulsen starvið sum forstjóri í Magn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo