Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Kollvelting mikil um landið er farin,
mørk eru strikað, og rivin er varðin.
Fjøldin hon fýkur í allar ættir,
grenjar, og etur mest útlendskar rættir.

Í forum var motta ein posakloddi,
sum føturnir mangir dagliga troddu,
nú snjóhvít motta úr garvaðum skinni
í gongini liggur, og eingin er inni.

Áður var trappa ein óslættur steinur,
av dagligum fetum var slípaður reinur;
nú glitrandi flísar í túninum skína,
sjálvt djarvastu gestir tær piprandi trína.

Mamman hon kókaði døgurða til Pætur,
nú skal slíkt bannast, tí bert skúlamatur
kann fáa barnið at mennast og vaksa,
so fram gjøgnum lívið tað megnar at baksa.

Hugna og heimið og børnini gloyma,
inn í tað fjara foreldur seg droyma.
Gogar á stovnum upp børnini ala
hegnaði inni, í garðinum mæla.

Áður var pilturin ei gyrdur inni,
rann heim til mammu, tá tár vætti kinni.
Leikvøllur víður var um at fara,
røkk heilt av tindi og oman í tara.

Dýggjvátar hosur og kolskitnar skógvar,
hálvvátar brøkur og dálkaðar lógvar,
børn ikki longur sleppa at vera,
sunnudagsklæðir hvønn yrkadag bera.

Skjótt rennur tíðin og børn eru flogin,
úr hvørjum verki var lívsroyndin sogin?
Minnast tey aftur á smáttu og blómu,
ella á borgina fínu, men tómu?

John S. Myllhamar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo