Tað er við hittinorðum sum við menniskjum. Nøkur eru knapporðað, onnur prátingarsom – og øll eru ikki líka góð
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mentan

Henning Bøgesvang (t.h.) takkaði fyri seg í Vestmanna í dag, har hann hevur verið prestur farna árið. Á myndini eru eisini tveir av trúgvu kirkjustuðlunum í Vestmanna, Jóan Magnus Olsen (t.v.), formaður í kirkjuráðnum, og Jóannes Fonsdal.

Henning Bøgesvang (t.h.) takkaði fyri seg í Vestmanna í dag, har hann hevur verið prestur farna árið. Á myndini eru eisini tveir av trúgvu kirkjustuðlunum í Vestmanna, Jóan Magnus Olsen (t.v.), formaður í kirkjuráðnum, og Jóannes Fonsdal.

- Tað er helst rættast at fara ímeðan tú enn finnur hurðina, sigur Henning Bøgesvang, prestur, sum síðani 1. januar í 2020 hevur verið vikarierandi prestur í Norðurstreymoyar vestara prestagjaldi fyri Mariu Jørðdal Niclasen, sum hevur verið í barsilsfarloyvi.

Henning Bøgesvang er í Føroyum kendur fyri sín lætta prædikustíl og fyri síni evni til at vekja áhugan hjá áhoyrarunum. Og tá hann takkaði fyri seg í kirkjuni í Vestmanna í dag var eisini onkur av stuttligu hendingunum, honum hevur verið fyri hesa tíðina, flættað uppí prædikuna.

Henning Bøgesvang, sum er 78 ára gamal, fór frá sum prestur í 2008, og hann sigur, at hann nú ikki ætlar at taka fleiri vikariat uppá seg.

Okkurt einstakt tiltak verður kortini á skránni við honum, sambært kalendaranum hjá fólkakirkjuni verður hann á prædikustólinum í Kvívík tann 31. januar og so aftur tá føstugudstænasta verður í Mikladali 17. mars.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo