Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

- Tey sum koyra í Vágatunlinum, sleppa ikki undan at gjalda, hóast lánið er um at vera goldið. Tað sigur Henrik Old við Útvarpið.

Partafelagið Vágatunnilin skal reka tunnilin og taka bummgjald, hóast aðafundurin í felagnum fyri einum ári síðani samtykti, at Vágatunnilin kann latast landinum dagførdur tann 10. december í ár, tá ið tunnilin verður 10 ár, segði Útvarpið klokkan 14 í dag.

Men Vágatunnilin var tikin í brúk tann 10. desember 2002, tvs. fyri 14 árum síðani og ikki 10.

- Eg havi boðað nevndini frá til aðalfundin, sum verður skjótt, at tann skipanin sum er galdandi nú, skal halda fram, sigur Henrik Old við Útvarpið.

Henrik Old vil hava spurningin um gjald í øllum tunlunum, viðgjørdan av nýggjum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo