Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fuglafjarðar býráð hevur tikið avgerð um at seta Henrik Weihe Joensen í starvið sum kommunustjóri í Fuglafjarðar kommunu.

Henrik er 51 ára gamal og útbúgvin politistur og juristur. Harumframt hevur Henrik tikið master útbúgving í almennari leiðslu umframt onnur viðkomandi skeið.

Henrik Weihe Joensen hevur leiðsluroyndir sum stjóri í Tilbúgvingarstovni Føroya, virkandi stjóri í MRCC/Tórshavnradio og sum kommunustjóri í Tvøroyrar kommunu.

Harumframt hevur Henrik starvast sum fulltrúi hjá Løgtingsins Umboðsmanni og sum ráðgevi í Fiskimálaráðnum.

Henrik Weihe Joensen byrjar í starvinum sum kommunustjóri tann 1. september 2020.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo