Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hvørt ár verður gjørt upp, hvussu tey ymsu flogfeløgini megna at halda seg innanfyri karmarnar tá tað ræður um trygdina.

Í ár liggur flogfelagið Cathay Pacific Airways úr Kina/Hong Kong ovast og Air New Zealand á øðrum plássi. Niðast liggur China Airlines og næstniðast Avianca Airlines við heimstaði í Kolumbia.

Sum skilst verður gjørd ein samlað meting, har bæði skaði á fólk og lutir verða tald við.

Talan er um ein fyribils lista, har bara toppur og botnur eru kunngjørd. Heilt smá flogfeløg sum Atlantic Airways eru ikki á listanum.

SAS sæst fyribils ikki á listanum, men í fjør lá skandinaviska flogfelagið nummar 47 á listanum har tilsaman 60 flogfeløg eru við. Til ber tó at siga, at SAS liggur onkunstaðni ímillum nummar 41 og 57 í ár.

Tað er týski felagsskapurin Jet Airliner Crash Data Evaluation Centre (JACDEC) sum ger listan á hvørjum ári.

Tú sært nýggjasta listan her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo