Borgarliga Cepos tankasmiðjan hevur oyst brenni á bálið hjá donsku sjúkrarøktarfrøðingunum, sum eru í verkfalli, tí tær fáa í miðal 42.817 krónur í lønarposan hvønn mánaða, vil Cepos vera við.
Tey tølini vilja sjúkrarøktarfrøðingarnir kortini ikki kennast við, og nú hevur miðilin Altinget so latið gera eina útrokning sum vísir, hvar ymsu lønarbólkarnir eru plaseraðir.
Og hon kann vera áhugaverd at síggja, tí hon hevur eisini tøl fyri, hvar námsfrøðingar eru at finna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo