Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í seinasta Skúlablaðnum spyr landsstýriskvinnan í mentamálum undrandi, hvar sparingarnar eru, sum Lærarafelagið tosar um.

Tíverri er tað so, at sparingarnar á fólkaskúlaøkinum ikki eru íspunnar av Lærarafelagnum, men hinvegin beiskur veruleiki. Tó er tað púra satt, at játtanin til fólkaskúlan í ár og komandi ár er hækkað. Hvar eru so sparingarnar:

Í 2010 var játtanin á fíggjarlógini til fólkaskúlan komin upp á knappar 280 mió. kr. Í 2011 og 2012 lækkaði játtanin eitt vet. Í 2013 var játtanin komin uppaftur á góðar 280 mió. kr. Í sama tíðarskeiði var lønarhækkingin umleið 1% um árið umframt øktar pensjónsútreiðslur. Øktu pensjónsútreiðslurnar standast av, at tænastumenn fara úr starvi, og sáttmálasettir lærarar verða settir í staðin.

Sáttmálasettir lærarar fáa pensjónsinngjald lagt oman á lønina, gjaldið fer av fólkaskúlajáttanini.

Tænastumenn fáa eftirlønarár roknað, og pensjónin verður ikki rindað av fólkaskúlajáttanini. Í oktobur í 2012 sigur Bjørn Kalsø, táverandi mentamálaráðharri, í svari upp á skrivligan fyrispurning, at útreiðslurnar til fólkaskúlan økjast við 4,5 mió. kr. um árið, tá lønarhækkingin er 0,8-0,9 %. Hesi tøl mugu vera eftirfarandi.

Sostatt fekk fólkaskúlin eitt álvarsligt fíggjarligt bakkast árini 2010 til 2014. Við øllum fyrivarni, so er talan um eina lækking í játtanini á eini 14. mió. kr. hesi árini. Í fíggjarlógini fyri 2014 hækkar játtanin til fólkaskúlan við 9,6 mió. kr, í 2015 við 5,8 mió. kr., í 2016 við 8,3 mió. kr., og fyri 2017 hækkar játtanin ætlandi við 7,8 mió. krónum.

Men hesi somu árini er lønarhækkingin ávikavist 1,9%, 2,25% og 1,9%. Tá lønarhækkanin og øktu pensjónsútreiðslurnar eru taldar saman, so er talan í besta føri um framrokning og als ikki um nakra munagóða øking. Sagt við øðrum orðum er fólkaskúlin seinastu 5-6 árini farin í hvussu er eini 14. mió krónur eftir hæli. Og næmingatalið hevur at kalla staðið í stað.

Í sama tíðarskeiði er virksemið í fólkaskúlanum økt munandi. Vit kunnu nevna tvílæraraskipan og fleiri tímar í innskúlingini og fleiri tímar í alis- og evnafrøði. Lærarar við hollum ískoytisútbúgvingum eru farnir til verka, t.d. lesivegleiðarar, AKT-lærarar, orðblindalærarar og í SSP-skipanini. Førleikastovur eru settar á stovn, har serlærarar eru leiðarar o.s.fr. Alt munagóð átøk næmingunum at gagni, men sum kosta tímar.

Einstaki lærarin merkir sparingarnar á tann hátt, at undirvísingarparturin av samlaðu arbeiðstíðini veksur, meðan tíðin til aðrar uppgávur minkar. Úr Mentamálaráðnum verður ført fram, at skúlaleiðslur hava fingið størri rásarúm at flyta tímar frá einum tátti til annan, t.d. frá øðrum uppgávum til undirvísing ella frá einari uppgávu til aðra uppgávu.

Men hvussu fer tað fram í einum trotabúgvi? Jú, t.d. at tíð verður tikin frá felags ráðlegging og flutt til vallærugrein í framhaldsdeildini, at tímar verða tiknir frá felags ráðlegging og fluttir til setursskúlaferðir o.s.fr.

Alt eftir orðatakinum »Skeri eg teg her, so missi eg teg har«. Í stuttum merkir tað, at lærarin arbeiðir meira í sjálvdrátti og minni við felags ráðlegging, lærarasamstarvi og skúlamenning. Og hesir tættirnir eru júst tað, sum eyðkennir ein lærandi skúla.

At Lærarafelagið sær trøll á alljósum degi passar tíverri ikki. Lærarafelagið hyggur bara longri aftur og eisini longri fram enn til seinastu fíggjarætlan.

Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo