Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Her feirar brasilianska Chapecoense finaluplássið í Copa Sudamericana, men á veg til stóra dystin í Medellin darr flogfarið niður.

Nú syrgir ein heilur fótbóltsheimur.

Løgreglan segði fyrrapartin at minst 75 av teimum 81 persónunum umborð á flogfarinum eru umkomnir. Av teimum sum yvirlivdu eru tríggir Chapecoense-leikarar.

NRK skrivar at sambært tíðindastovuni TT, som endurgevur Caracol, eru minst tríggir leikarar, Danilo, Jackson Follmann og Alan Ruschel, koyrdir á sjúkrahús.

Chapecoense hevur lagt út eina mynd á Twitter av grøna og hvíta búmerkinum í svarta og hvíta litinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo