Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heilsumyndugleikarnir ávara staðiliga ímóti einum nýggjum ráki sum hevur tikið seg upp í Danmark, har fólk á sosialum miðlum avtala at hittast, smittaði og ósmittaði, fyri á tann hátt at koma ígjøgnum smittuna og soleiðis fáa eitt koronapass.

TV2 Lorry skrivar hevur tosað við fyriskiparar, sum siga seg vera sera troyttar av øllum hóvastákinum, og eru komnir til tað niðurstøðu, at lættast man vera at fáa smittuna, blíva frískur, og so fáa eitt koronapass sum er galdandi í seks mánaðir.

Miðilin hevur tosað við bæði heilsuserfrøðingar og heilsumyndugleikar sum øll siga, at tað er at taka óneyðugan váða á seg, at lata seg smitta við vilja, tí ein kann gerast álvarsliga sjúkur. Eisini eru vandarnir við hjáárinum minst líka stór ella størri við smittuni enn tey eru við koppingini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo