40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Høgni Hoydal, fiskiráðharri, finst at VP fyri at bera rong tíðindi, men VP byggir sína grein á svar frá fiskiráðharranum sjálvum.

Her ber til at telja kunngerðirnar, sambært svarinum hjá fiskiráðharranum. Sí myndir.

Í greinini á VP verður leinkjað til svarið hjá fiskiráðharranum sjálvum, so óneyðugt er at gita og illgita hjá fiskiráðharranum, hvat VP meinar og ikki meinar.

Væl vitandi at fiskiráðharrin ongantíð hevur sagt eitt skeivt orð, men at tað bara eru hini sum bera rangan vitnisburð ella ikki hava skilt nakað, so fara vit ikki at halda, at tað sum fiskiráðharrin svarar Vinnunevndini, er skeivt.

Sum VP hevur skilt var orsøkin til, at Vinnunevndin vildi hava skrivligt svar frá fiskiráðharranum, at fiskiráðharrin í ávísum føri ikki vildi, at limir kundu endurgeva frá tí, sum fiskiráðharrin hevði sagt á fundi við Vinnunevndina.

Á seinni fundi tók so fiskiráðharrin orðini í seg aftur.

Tað er púra vanligt at nevndir biðja landsstýrisfólk svara skrivliga, serliga vanligt er hetta í fíggjarnevndini, og eisini vanligt at biðið verður um at síggja kunngerðir, so nevndirnar betur skilja uppskot og avleiðingar.

Serliga tá ið talan er um so týðandi mál sum okkara høvuðsvinnu.

Vinnunevndin vildi hava kunning um kunngerðirnar, men fekk eitt yvirlit.

Vinnunevndin vildi hava eitt skrivligt svar um, hvat fiskiráðharrin helt um hoyringssvarini í sambandi við uppskotið, men fekk eitt tilboð um at fiskiráðharrin fegin kom á fund.

Tað skrivaði VP út frá svarinum hjá fiskiráðharranum.

Greinin sum VP skrivaði kann lesast her

ólavur

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo