Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mentan

Johnny Joensen hevur við hepnari hond lagað grótgarð kring økið har standmyndin skal standa.

Johnny Joensen hevur við hepnari hond lagað grótgarð kring økið har standmyndin skal standa.

Økið beint uttanfyri Fossá í Vestmanna, har ein standmynd av Ólavi á Heygum, undangongumanni, skal standa, er nú av álvara farið at taka skap.

Standmyndin er komin til Vestmanna og sambært skránni fyri Vestmannadagarnar skal hon avdúkast sunnudagin 12. september.

Tað er Hans Pauli Olsen sum hevur gjørt standmyndina.

Ólavur á Heygum var umframt at vera bóndi og politikari eisini slóðbrótandi vinnulívsmaður. Hann dugdi at síggja møguleikar í vatnorkuni og fór sjálvur undir at byggja byrging í Fossá, har sum SEV seinni bygdi byrging. Ólavur legði eisini av sínum eintingum fyrstu telefonlinjuna í Føroyum, eins og hann dugdi at síggja týdningin av at hava ein banka til at fíggja virksemið.

Tí verður oftani sagt um Ólav á Heygum, at hann legði lunnarnar undir bæði SEV, Føroya Tele og BankNordik.

Økið har sum standmyndin skal standa er teknað av Fuglø Arkitektum og ymiskt annað arbeiðið er gjørt av lokalum fólki, eitt nú hevur Johnny Joensen við hepnari hond lagað grótgarð kring økið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo