Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Landsumfatandi útbyggingin av nýggja fartelefonnetinum hjá Føroya Tele heldur fram. Nú fáa nærum øll í Norðurstreymoy og Vágum atgongd til 4G LTE.

Kollfirðingar, miðvingar, kvívíkingar, eiðisfólk og fleiri onnur kunnu fegnast, tí nú hava tey eisini atgongd til 4G LTE og nýggja fartelefonnetið hjá Føroya Tele. Í dag, 20. apríl, er 4G LTE tendrað í fleiri bygdum í Norðurstreymoy og Vágum, og harafturat fáa bygdir eysturoyarmegin Sundalagið og Porkeri eisini atgongd til 4G LTE.

Í dag leggjast hesi støðini afturat listanum og kunnu harvið fáa gleði av 4G LTE: Eiði, Kollafjørður, Kvívík, Leynar, Miðvágur, Morskranes, Nesvík, Norðskáli, Oyrarbakki, Oyrareingir, Porkeri, Sandavágur, Signabøur, Skælingur, Stykkið, Sørvágur, Vatnsoyrar og Vestmanna.

Hetta merkir, at 92% av øllum føroyingum nú hava atgongd til 4G LTE hjá Føroya Tele.

Fólk mugu kanna SIM-kort og snildfon fyri at vita, um tey eru til reiðar til 4G LTE. Føroya Tele heitir tískil á øll um at kanna sítt SIM-kort og sína snildfon á heimasíðuni www.heimsklassa.net ella í Telebúðunum kring alt landið.

4G LTE hjá Føroya Tele er nú gott og væl landsumfatandi. Útbyggingin er liðug, og heilt skjótt koma síðstu prosentini á listan.

Her er 4G LTE:
Akrar, Argir, Ánir, Árnafjørður, Depil, Eiði, Elduvík, Fámjin, Froðba, Fuglafjørður, Funningsfjørður, Gjógv, Glyvrar, Gøtugjógv, Haraldssund, Hellurnar, Hestur, Hov, Hoyvík, Húsavík, Hvalba, Hvannasund, Hvítanes, Húsar, Innan Glyvur, Kirkjubøur, Klaksvík, Kollafjørður, Koltur, Kunoy, Kvívík, Lamba, Lambareiði, Leirvík, Leynar, Lopra, Miðvágur, Morskranes, Nesvík, Nólsoy, Norðdepil, Norðoyri, Norðskáli, Oyndarfjørður, Oyrarbakki, Oyrareingir, Porkeri, Rituvík, Runavík, Saltangará, Saltnes, Sandavágur, Sandur, Sandvík, Selatrað, Signabøur, Skáli, Skálabotnur, Skálavík, Skipanes, Skopun, Skælingur, Stóra Dímun, Stykkið, Sumba, Syðrugøta, Søldarfjørður, Sørvágur, Tórshavn, Trongisvágur, Tvøroyri, Vágur, Vatnsoyrar, Vestmanna, Viðareiði, Æðuvík og Øravík.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo