Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Freistin at stilla upp var úti kl. 10.00 í morgun. Til formann stendur Herálvur Jacobsen fyri vali, hann stillar uppaftur. Onki annað formansvalevni er uppstillað, og Herálvur verður tí valdur uttan atkvøðugreiðslu.

Á aðalfundinum 25. mars 2017, sum verður í Skúlanum við Løgmannabreyt, er formansval og nevndarval á skránni.

Til nevndina standa Maria V. Hansen, sum er kassameistari í nevndini, og Jákup av Skarði, sum er næstformaður, fyri vali. Maria V. Hansen, sum hevur sitið í nevndini síðan 2007, stillar ikki uppaftur. Tey, sum stilla upp til nevndarvalið, eru Jákup av Skarði, fyrstilærari í Nólsoyar skúla, Jona Højsted, lærari á Skúlatrøð í Klaksvík, Rani Skaalum, lærari í Skúlanum á Løgmannabreyt í Hoyvík, og Carl Eli Samuelsen, lærari í Eysturskúlanum í Havn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo