Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Herborg Torkilsdóttir hevur givið út nýtt staklag, sum kallast "Vinarliga bíða við".

Lagið er ein eftirfylgjari av lagnum "Náttin var okay"- hvat hendi, tá náttin var okay, tey gjørdust par og gerandisdagurin vísti sítt andlit? Kanska hetta?

Herborg eigur orð og lag, meðan Danny Beck úr Manchester hevur framleitt, 

Ì lagnum hoyra vit m.a.um ein "Jan", sum altíð ringir og órógvar, tá ætlanin er at hugna sær saman sum par.

Ì samband við útgávuna, hevur Herborg sett eina kapping í gongd á sínum facebookvanga, www.facebook.com/herborgtorkilsdottir, har hon biður fólk, um at frámerkja onkran, sum tey síggja sum ein "Jan"- longu nú hava fleiri luttikið. og vinnarin verður funnin nýggjársaftan.

Leinkja til Spotify:

Vinarliga Bíđa Viđ · Herborg Torkilsdóttir (spotify.com)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo