Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Herborg Torkilsdóttir hevur givið út eitt staklag við heitinum "Innast inni". Lagið er um sløktan kærleika og vónina um, at hesin kann byrtast aftur. Herborg Torkilsdóttir hevur skrivað orð og lag og Danny Beck úr Manchester, sum eisini framleiddi hittið "Náttin var okay", hevur framleitt.

Rakul Petersen syngur kór og Bartal Augustinussen hevur upptikið vokalar.

Sangurin hevur verið spældur live til fleiri konsertir og upptraðkanir tey seinastu 2 árini, seinast á Café Fríðu ì Klaksvík í vikuskiftinum, til eina útselda konsert við Herborg Torkilsdóttir og Tinganest.

Konsertin í Klaksvík var byrjunarskotið uppá eina forkunnuga konsertrøð við Herborg Torkilsdóttir við bólki og Tinganest. Næsta konsertin verður í Salt tann 26. mars, og á Reinsarínum fara tey á pall tann 21. mai.

Nýggja lagið hjá Herborg Torkilsdóttir kann hoyrast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo